19 September 2008
Klaksvíkar Ítróttarfelag heitir á øll lið felagsins um at verða í blá hvítu blusunum sunnudagin

Sunnudagin verður lagnudystur á Injector Arena tá KÍ og B71 bresta saman. Setningurin er heilt einfaldur og tað er at fáa øll trý stigini til høldar.
Í hesum sambandi tørva okkara monnum allan tann stuðul teir kunnu fáa. Tískil heitur Klaksvíkar Ítróttarfelag, í tann mun tað letur seg gera, á allar leikarar felagsins, ungar sum gamlar, at møta upp í blá hvítu dystarblusum sínum.
Koyr á KÍ






