Fyrsta royndin hjá Petur Mohr at fáa stig miseydnaðist í Gundadali

Image
B36 høvdu tak á tí mesta
 

B36 vann dystin uppiborðið hóast málið sum skilti liðini varð nakað heppið. Hinvegin høvdu B36 fleiri sera góðar kjansir at skora fleiri mál, men ein framúr væl leikandi Jákup Mikkelsen vildi tað øðrvísi. KÍ hevði ikki nakran nevniverdigan kjans. Stór nøgd av KÍ viðhaldsfólki høvdu leita sær í Gundadal at hyggja at dystinum. Ivaleyst vóru fleiri KÍ viðhaldsfólk enn B36 viðhaldsfólk til dyst. 

Liðið hesaferð: Jákup, Harley, Milic, Ovi, Jan, Eli, Sigmund (Álvur 65.), Allan, Kristoffur (Zewe 38.), Steffan og Rodrigo (John 46.)

Petur Mohr stillaði liðið 4-1-4-1. Jákup í mál, Harley høgri bakkur, Jan vinstri bakkur, Milic og Ovi í miðverjuni, Allan verjukendur miðvallari, Eli høgri vongur, Sigmund vinstri vongur, Kristoffur og Steffan á miðvøllinum og Rodrigo í álopinum.

Vit høvdu lítið og onki álopsspæl í dag og komst hetta m.a av at Rógvi og Heðin ikki vóru við. Rodrigo stríddist allan dystin við skaða og varð hann eisini útskiftur í hálvleikinum. 

B36 varð omaná báðar hálvleikirnar og spældu seg fram til fleiri kjansir. Munurin á liðunum varð sjónligur. Í seinna hálvleiki sá eisini út til at okkara menn sum heild blivu troyttir og spurningurin reisti seg um menn eru í form til formulafótbólt. Í øllum førum tóktust B36 leikararnir lættari á beinunum.

Hugaligt varð tó at síggja hvussu væl Allan Joensen klárar seg eftir fleiri ára steðg. Orkan gekk tó undan tá eini 70. minuttir vóru leiktir og fór hann tá aftur á vinstra bakk at leika ístaðin fyri Jan, sum flutti á verjukenda miðvøllin. 

Milic fekk gult kort og verður hann tískil leikbannaður til næsta dyst ímóti B71 á Injector Arena.

Myndina eigur Álvur Haraldsen