13 September 2008
Petur Mohr skal í sín fyrsta dyst á hesum sinni í truplum útidysti móti B36

Síðan Petur Mohr tók við starvinum sum venjari hjá fremsta mansliðið felagsins hava venjingarnar verið merktar av øktum intensiteti og aggresiviteti. Hetta hevur bæði góðar og ringar síður. Tær góðu eru sjálvsagt at tað ein ger til venjingar, verður víðariført til dystir. Hinvegin hava tær meira hørðu venjingarnar eisini haft við sær at summir leikarar hava fingið skaðar og aðrir dragast við smáskaðar her og har.
Vit frætta úr hópinum at mannfall verður til dystin ímóti B36. Rógvi Jacobsen hevur trupulleikar við lærkrikanum og verður tískil ikki við. Heðin á Lakjuni fekk eygnaskaða í venjing og verður helst ikki við ímóti B36. Milic fekk eitt spark á beinið og ivasamt verður um hann verður við. Rodrigo fekk eina lítla fibur í vikuni so hann er ivasamur. Kristoffur Jacobsen beklaði til venjing og er hann eisini ivasamur. Allan Joensen fekk eitt spark inná sína tiltiknu hælsinu og vandi varð fyri at hon aftur varð slitna, men so varð ikki.
Tað fara nógv fólk av húsi at stuðla okkara monnum sunnudagin.






