02 September 2008
Fitt av KÍ áskoðarum høvdu leita sær út á Skála at heppa á fremsta lið okkara. Øll fóru vónbrotin heim til Klaksvíkar. Skála vann uppiborið 1-0 og sigurin kundi haft verið enn størri.
Liðið hesaferð: Jákup, Harley, Milic, Jan, Heðin, Bjarni (Álvur), Kristoffur, Allan (Ovi), Emil (Zewe), Rodrigo, Rógvi
KÍ legði sera væl út teir fyrstu 15 minuttirnar av dystinum. Góðar kombinatiónir og innlegg tó uttan at blíva veruliga farligir. Eftir at hava ligið omaná gjørdist dysturin meira javnur. Lítið gott spæl har tað mest vóru langar sendingar eftir vøllinum. Spælið hjá KÍ bleiv meira krampaktugt og áskoðarar sótu nervøsir rundanum vøllin. Beint undan hálvleikinum slapp Jonhard Fredriksberg eftir ivasamt verjuspæl ótarnaður ígjøgnum í okkara høgru síðu og legði bóltin innfyri har Bogi Gregersen varð fyrst á og kundi leggja Skála á odda 1-0. Fólk sótu lamsligin, hvussu kann tað bera til at okkara flaggskip er í so ringum standi, tóktust øll at hugsa í hálvleikinum.
Seinni hálvleikur royndist einki serligur. Okkara menn høvdu verið blá-hvítir í fyrra hálvleiki, men vóru nú í hvítum blusum. Skála legði seg longur aftur á vøllin og satsaðu meira uppá kontra. Hetta eydnaðist væl tí ta einu ferðina bjargaði KÍ á mállinjuni eftir skjótt og gott Skála kontraálop. Rógvi fekk nakrar hálvkjansir við høvdinum, men annars varð ikki nógv at rópa hurrá fyri hjá KÍ viðhaldsfólki. Eyðun royndi seg við trimum innskiftingum men til onga nyttu
Ivaleyst eru fleiri hugsanir um hvat KÍ liðinum restar í løtuni. Herfrá skal ljóða at tað er aggressivitetur, ið manglar. Serliga inni á miðjuni. Tað er undrunarvert at í einum dysti um lív, at KÍ einki gult kort fær - kunnu vit ikki spæla okkum til stig mugu vit stríða okkum til stig






