Tað er av alstórum týdningi at vit fáa eitt gott úrslit ímóti Skála í kvøld

Allir hinir dystirnir í 21. umfari vórðu spældir ígjár og sosatt er tað bert dysturin Skála - KÍ sum restar í. Dystarúrslitini í gjár vóru øll vinarlig ímóti KÍ og nú ræður um at troyta møguleikan fult út við at vinna ímóti Skála í kvøld.

Tey bæði B68 og ÍF taptu bæði sínar dystir. ÍF tapti 3-2 ímóti NSÍ og B68 tapti 2-1 ímóti EB/Streymi.

Liðið beint undir okkum tapti eisini sín dyst. B71 fekk bank av HB í Gundadali og tapti heili 6-0. 

Dysturin byrjar kl. 19.00