27 August 2008
Vit blivu smurdir av í kvøld. EB/Streymur var betur um alla linjuna og okkara menn fingu ikki eitt bein til jørðina. Vit taptu 4-2 eftir at hava verið afturút 4-0. Álvur Christiansen og Rógvi Jacobsen fingu okkara mál.
Liðið hesaferð: Jákup, Harley, Jan, Ovi, Sigmund, Bjarni (Álvur), Emil (Allan), Kristoffur, Rógvi, Zewe (Steffan), Heðin.
Rodrigo og Milic blivu settir á bonkin orsakað av disiplinerum orsøkum.
Nú má alt nullstillast og menn mugu taka seg saman og hugsa um at teir umboðað Klaksvíkar Ítróttarfelag. Enn eru nógv stig at spæla um og alt er enn í okkara hondum.






