27 August 2008
EB/Streymur hevur vunnið allar sínar heimadystir í ár, so tað verður sanniliga ein stór avbjóðing hjá okkara monnum í kvøld.
Í mun til dystin ímóti HB eru Heðin á Lakjuni og Emil N. Leifson við aftur. Heðin hevði leikbann og Emil kundi ikki spæla ímóti HB, sum júst hava útleiga Emil til KÍ. Spennandi verður at síggja hvussu Eyðun fer at stilla liðið nú tveir mans banka uppá aftur.
Hjá EB/Streymi eru mest sum alt fólki tøkt.
Dysturin byrjar í Streymnesi kl. 19.00






