Tveir KÍ leikarar eru tiknir út til ávíkavist A-landsliðið og U-21 landsliðið

Á tíðindafundi í morgun kunngjørdi FSF hvussu føroyska fótbóltslandsliðið kemur at síggja út til HM-undankappingarnar

Jógvan M. Olsen, landsliðsvenjari hevur tikið Jákup Mikkelsen og Rógva Jacobsen út til A-landsliðið. Harumframt er KÍ útisetin Atli Danielsen eisini úttikin. Atli spælir við danska 1. deildarfelagnum Frem

Heðin Askham og Bill M. Jacobsen, venjarar hava tikið Kristoffur Jacobsen og Emil N. Leifsson út til U-21 landsliðið, sum skal leika ímóti Aserbajan og Grikkalandi í næstum.