24 August 2008
Klaksvíkar Ítróttarfelag fyllur 104 ár í dag og vónir vórðu settar til formulahópin at teir fóru at geva trý stig í føðingardagsgávu. So varð ikki, men tað eina stigið kom í hús og tað munnu flest fólk verða nøgd við tá samanum kom.
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari hevði fingið leikbann frá FSF og varð tískil ikki á bonkinum. Trygvi tók sær av tí partinum í dag. Taktiskt spældi liðið 4-1-4-1 í verjustøðu og 4-1-2-3 í álopstøðu.
Liðið hesaferð: Jákup, Harley, Milic, Jan, Sigmund, Allan, Bjarni ( Álvur 60.), Zewe, Kristoffur ( Sigmund 75.), Rodrigo, Rógvi
Fyrri hálvleikur royndist væl fyri okkara menn. Allan Joensen kom inn á verjukenda miðvøllin og kláraði hann uppgávuna sera væl í samfullar 90 minuttir. Hugsast skal um at Allan ikki hevur leikt regluligan fótbólt á hægsta støði í fleiri ár. KÍ leikararnir funnu hvønnannan betur enn undanfarna dyst ímóti Víkingi. KÍ hevði ongan nevniverdan málmøguleika í fyrra hálvleik.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ tveir góðar málmøguleikar og HB ein, sum tó varð farligast. Jákup Mikkelsen vísti enn einaferð hvør dugur er í honum tá hann meistarliga bjargaði HB royndini frá Kulic, sum fór dygst úti við stongina til vinstru fyri Jákup.
Rógvi Jacobsen hevði eina fína temjing á leið 30 metrar úti frá HB baklinjuni og hann smekkaði til, men HB málverjin fekk jústað bóltin út til horna. Annar kjansurin hjá KÍ kom beint fyri leiklok tá Rógvi legði inn úr vinstru og tríggir KÍ leikarar royndu at fáa høvdið á, men at enda spurdist einki burturúr og bólturin fór út til málspark
Alt í alt ein javnleikur bæði liðini kunnu verða nøgd við - og so allíkavæl ikki. HB misti týðandi stig í oddinum og KÍ kundi veruliga komið væl úr botninum við einum sigri. Tó so, vit eru betri fyri eftir hetta leikumfar enn vit vóru eftir síðsta leikumfar.
Mikukvøldi spæla vit ímóti EB/Streymi við Margáir.






