24 August 2008
Óstøðuga gongdin hjá KÍ helt fram síðsta vikuskifti ímóti Víkingi. Vit mistu tað eina stigið í yvirtíðini, tá sera ivasamt brotsspark varð dømt ímóti okkum.
Hetta vikuskifti koma havnamenn á vitjan. Støðan hjá teimum hevur verið nakað rumblut við leikara til- og frágongd, nýggjum venjara og óstøðugum úrslitum. Síðsta vikuskifti vunnu teir tó sannførandi á oddaliðnum EB/Streymi, so tað sær betur út hjá HB. Eftir talvuni at døma eru teir favorittar at vinna dystin.
Fyri at siga tað sum tað er - vit liggja við reyvini í vatnskorpuni. 20 stig eftir 18 dystir er alt ov lítið og stigatalvan ber eisini boð um hetta. Vit liggja á einum lítið hugaligum 7. plássi ímeðan HB liggur á triðja plássi.
Emil Leifsson verður ikki tøkur til dystin í dag, tí í leigusáttmálanum frá júst HB stendur at hann ikki kann leika ímóti HB. Heðin á Lakjuni er leikbannaður og Ovi Nysted er enn ivasamur. John Hammer hevur vant við síðstu vikuna so møguliga hann fær pláss á beinkinum.
HB hevur alt fólkið tøkt til dystin
Stríðsviljin má fram í dag um vit skulu gera okkum vónir um eitt gott úrslit.






