Eitt óhugnaliga ivasamt brotsspark í yvirtíðini gjørdist munurin á liðunum báðum

Enn einaferð fóru vit av Injector Arena við ongum. Víkingarnir komu til Klaksvíkar eftir øllum stigunum og hetta hepnaðist við góðari hjálp frá dómaranum. Í yvirtíðini bríkslaði hann fyri brotssparki til Víkingi og flest øll munnu ivast í hvat bríksla var fyri. Heðin á Lakjuni, liðskipari fekk í sama viðfangi reytt kort, ivaleyst tí hann hevur sagt nøkur illa vald orð við dómaran. Tískil verður Heðin ikki við ímóti HB næsta sunnudag í Klaksvík

Liðið hesaferð: Jákup, Harley, Jan, Milic, Heðin, Kristoffur, Emil, Joe, Bjarni (Allan), Rodrigo, Rógvi

Fyrri hálvleikur verð merktur av tí nógva vindinum, sum lá eftir Injector Arena í dag. Tað gjørdist ongantíð til nakað serligt spæl, mest langar sendingar frameftir vøllinum, sum báðar verjunar dugdu væl at demma upp fyri. Víkingur hevði vindin undan og hetta dugdu teir at brúka og komu til nakrar vandamiklar støður. Tí einu ferðina fingur teir bóltin á KÍ stongina, men bólturin stakk útaftur í spæl og so fekk verjan beint bóltin burtur av vandaleið. 

Stutt undan hálvleikinum skoraði Víkingur. Ein góður bóltur varð sendur innum passivu KÍ verjuna og so kundi Sam Jacobsen lættligani seta høvdið til 1-0.

Í seinna hálvleiki varð skrúvað upp fyri intensitetinum. Nógvir harðir nærdystir og minni gott spæl. Víkingur fekk ein góðan møguleika at leggja seg framum 2-0 tá teir fingu brotsspark og Niclas Niclasen varð settur at skjóta. Men landsliðsmálverjin Jákup lúrdi hann av og bjargaði. KÍ javnaði tá 10. minuttir restaðu í eftir eitt mistak frá Víkingamálmanninum. Heðin á Lakjuni sendi eitt fríspark inn í Víkinga brotsteigin har málmaðurin feilroknaði bóltin og so varð 1-1.

Men í yvirtíðini fekk Víkingur sítt næsta brotsspark. Dómarin mundi vera einasti persónurin, ið visti hvat dømt varð fyri. Sam Jakobsen varð hesuferð settur at skjóta og hann setti bóltin í netmeskarnar til endaliga úrslitið 2-1 til Víking.