17 August 2008
Málið er heilt greitt at vinna annan dystin á rað. Avrikið ímóti NSÍ hevur fylt allar KÍ fjepparar við vón um, at vit kunnu vinna eitthvørt lið um bert vit geva alt. Kvaliteturin á liðinum er ikki til at taka feil av, men tað skal arbeiðast fyri sakini.
Eyðun Klakstein, høvuðsvenjari upplýsir at somu menn eru tøkir sum ímóti NSÍ. Tað merkir samstundis at Ovi Nysted, Kristian á Lakjuni og John Hammer ikki verða við.
"Never change a winning team" er kent orðafelli úr Onglandi og ivaleyst fer Eyðun at stilla liðið eins og ímóti NSÍ. Tað vóru fleiri opinberingar tann dagin. Eitt nú gjørdi Heðin á Lakjuni vinstra bakk plássi til sítt og Joe Zewe spældi sum ein annar Totti á tí offensiva miðvøllinum. Bjarni Jørgensen vísti eisini vátu KÍ-viðhaldsfólkum hvør dugur er í honum og tað verður spennandi at fylgja honum næstu dystirnar.
Hjá Víkingi eru teir fýra Hans J. Djurhuus, Atli Gregersen, Andreas L. Olsen og klaksvíkingurin Niclas Niclasen við aftur eftir leikbann. Miðvallarin Erling Jacobsen er farin niður til FC Amager hjá Toda Jónsson at royna seg og verður tískil ikki við í dag. Víkingur hevur 26 stig.
Dysturin KÍ - Víkingur byrjar kl. 15.00 í Injector Arena






