22 August 2008
Lutaseðlasølan byrjar á sjómannadegnum har Rógvi, Rodrigo, Jákup og hinir fara at selja lutaseðlar á Stongunum til frama fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Til ber m.a. at vinna eina hitapumpu áljóðandi 15.000 kr. frá KBI, vikuskifti á Hotel Hilton í Keypmannahavn frá Fonn Flog áljóðandi 10.000 kr. og 1.000 litur av olju frá Shell áljóðandi 8.000 kr.
Harumframt er møguleiki at vinna eina fartelefon frá Føroya Tele áljóðandi 2.000 kr., gávukort frá El-In áljóðandi 2.000 kr. og gávukort frá Inn áljóðandi 1.000 kr. Til ber eisini at vinna 20 kg. av flaki.
Hildið verður fram at selja til heimadystin í Injector Arena ímóti HB sunnudagin 24. august. Drigið verður í seinna hálvleiki.
Lutaseðilin kostar einans 25 kr.






