Framúr avrik av øllum KÍ leikarum tryggjaðu okkum øll stigini við Løkin í dag

Lat tað verða sagt beinavegin - okkara menn vóru fantastiskir í regninum dag. Allir stríddust fyri sakini og tá so er, ja so kunnu fá lið standa okkum kurl.

Liðið í dag: Jákup, Harley (Allan), Jan, Milic, Heðin, Emil (Sigmund), Kristoffur, Zewe, Rodrigo, Bjarni ( Álvur), Rógvi

Eyðun Klakstein, venjari hevði blandað kortini nakað øðrvísi í dag í mun til dystin mikukvøldi ímóti B68. Ovi var ikki vegna skaða og tískil vóru rokeringar framdar. Harley var aftur á høgra bakki, Jan varð fluttur í miðverjuna og Heðin fluttur aftur á vinstra bakk.Taktiskt stóðu mennirnir í álopsstøðu 4-3-3 og í verjustøðu 4-5-1

Longri frammi á vøllinum vóru eisini broytingar. Bjarni kom inn á høgra kant og Zewe flutti inn á sentrala miðvøllin at leika. Rodrigo varð fyri tað mesta í vinstra borði og Rógvi stríddist óført í álopinum. 

Fyrri hálvleikur royndist væl, men einki mál kom. Rógvi var óheppin ikki at skora tá hann fekk eitt innlegg framvið málmanninum, men tíverri eisini framvið handaru stong. Vit vóru hepnir ikki at fáa eitt brotsspark ímóti okkum, tá Potemkin hegnisliga sneiddi Milic av, tað sá út til at Milic helt í so fast í Potemkin, sum datt í brotsteiginum, men dómarin Ransin N. Djurhús læt ikki við seg koma. Alt í alt ein fyrri hálvleikur har KÍ hevði leikliga yvirvág.

Seinni hálvleikur varð ikki gamal tá Bjarni Jørgensen, eftir frálíkt uppspæl, legði KÍ á odda 1-0. Bjarni spældi sera væl í dag og sær út til at vera komin fyri seg. Hann noyddist tó av vøllinum nakað seinni við einum lærskaða og inn fyri hann kom Álvur.

NSÍ svaraði tó skjótt aftur, men tað var við góðari hjálp frá okkara monnum. Harley var óheppin tá hann skuldi beina eitt innlegg burtur og bólturin stakk til ein púra leysan Boga Løkin, ið smekkaði bóltin í kassan.

KÍ fall ikki í fátt men blivu við at trýsta ímóti NSÍ málinum og tað gav eisini úrslit. Gott spæl úti í høgru síðu endaði við einum innleggi og burturvilsti borgarstjórasonurin Rógvi Jacobsen setti tánna á og so varð 2-1 til KÍ. Henda støðan helt ikki leingi og aftur varð tað við góðari hjálp frá verjuni hjá okkum at NSÍ javnaði til 2-2. Jan Andreasen og Jákup Mikkelsen tóku feil av hvørjum øðrum og tað endaði við at Jan skallaði eina langa sending uppum Jákup og í málið hjá okkum.

Hetta keðiliga málið tók tó ikki luftina úr KÍ leikarunum, sum allir stríddust óført í dag. Málið hjá okkum til 3-2 varð ein sonn perla. Joe Zewe, Rógvi Jacobsen og Rodrigo smáspældu seg ígjøgnum miðju og verju hjá NSÍ og at enda sendi Rodrigo bóltin í netmeskarnar - frálíkt álopsspæl frá áleyparunum hjá KÍ. Síðsta málið kom eftir misskiljing í NSÍ verjuni, hóast teir kendu seg snýttar fyri offside. Amerikumaðurin Joe Zewe skoraði sítt fyrsta mál fyri KÍ og ivaleyst ikki sítt síðsta, tí hann stórspældi í dag. 

Alt í alt ein væl uppiborin sigur á meistarunum i teirra egnu holu. Rós til allar leikararnar í dag og ikki minst venjararnar Eyðun og Trygva.