Jógvan Martin Olsen hevur tikið út Jákup Mikkelsen og Rógva Jacobsen úr KÍ til A-landsliðsvinardystin ímóti Portugal 20. august

FSF heimasíðan:

-Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari, hevur tikið út A-landsliðshópin, sum fer til Portugals at spæla vinardyst 20. august.

Av teimum úttiknu eru tríggir mans, sum ikki fyrr hava verið við í landsliðshópinum. Talan er um evnaríka áloyparan hjá Víkingi, Andreas Lava Olsen og um tveir verjuleikarar hjá EB/Streymi, nevniliga unga Leif Niclasen og veteranin Egil á Bø.

Á tíðindafundi í morgun, hósdagin 7. august, greiddi landsliðsvenjarin frá úttøkunum. Jógvan Martin Olsen hevur m.a. verið noyddur at sæð burtur frá tveimum av stuðlunum hjá landsliðnum, Súna Olsen og Jón Róa Jacobsen.

Súni Olsen fekk ein skaða í UEFA Cup dysti í summar móti Brøndby, og er ikki komin fyri seg enn. Viðvíkjandi Jón Róa Jacobsen, sum júst er fluttur út AaB til Frem í Danmark, er at siga, at hann vegna lestur og orsaka av felagsskifti ikki hevur mett seg vera til reiðar at vera við á túrinum til Portugals, men sambært landsliðsvenjaranum, so kemur Jón Rói heilt víst upp á tal tá HM-undandystirnir eru á skránni seinni í heyst