07 August 2008
Bjartskygni undan dystinum varð vent til dapurskygni eftir dystin

Ætlanirnar um at byrja við einum sigri aftaná summarsteðgin fóru í vaskið. Vit taptu 1-0 ímóti toftamonnum og kunnu bert takka okkum sjálvum fyri ósigurin.
B68 komu til Klaksvíkar við einum klokkuklárum kontrataktikki og tað megnaðu teir til fulnar. Samstundis megnaðu teir at demma upp fyri Rógva við at seta tveir vælvaksnar menn í verjuna - rós til taktiska uppleggi hjá Bill.
Uppstillingin hesaferð: Jákup, Allan, Ovi (Sigmund), Milic, Jan, Emil, Kristoffur, Zewe (Bjarni), Heðin, Rodrigo og Rógvi
Frálíka smáspælið KÍ vísti í fyrra hálvleiki í Gundadali ímóti HB á Ólavsøku, varð avloyst av longum bóltum niðan til Rógva. Hetta riggaði serstakliga illa, tí B68 høvdu líka stórar menn at taka ímóti longu bóltunum. At B68 so sjálvir skora eitt mál varð bert tekin um neyðuga hepni og at teir vildu sigurin meir enn okkara leikarar.
Fyrri hálvleikur byrjaði væl hjá okkum og KÍ hevði tamarhald á øllum, uttan tó at gerast veruliga málfarligir. Ovi Nysted noyddist út vegna skaða og inn fyri hann kom Sigmund Jacobsen. Í seinna hálvleiki byrjaðu KÍ leikarar og KÍ viðhaldsfólk at gerast alt meira fjáltursstungin og so hendi tað sum ikki mátti henda - B68 skorar í yvirtíðini. Ongin vegur aftur og hóast vit enn liggja á 7 plássi eru vit bert 3 stig frá einum aftasta plássi.
Næsti dystur er sunnudagin 10. august ímóti NSÍ í Runavík.






