06 August 2008
Okkara menn eru nærum fullmannaðir til dystin kl. 19.00 í kvøld

Heimkoman hjá Rógva Jacobsen verður óivað staðfest í kvøld tá tofta menn koma á vitjan. Eyðun Klakstein hevur loksins fingið fleiri kort í hondina og spennandi verður at síggja hvussu hann fer at stilla liðið í kvøld. Allir mans eru tøkir undantikið John Hammer og Kristian á Lakjuni. Bjarni Jørgensen er klárur eftir drúgvan skaða.
Hjá toftamonnum er ikki eins væl vorðið. Jóan Petur Poulsen, Badara Diedhiou og Landing eru ikki við vegna skaða. Hinvegin hevur felagið styrkt seg í summarsteðginum við Pól Johannus Justinusson, Jann M. Mortensen og dananum Brian Andrésen.
Við einum sigri í kvøld koma vit uppá 20 stig og kunnu leggja okkum ájavnt við ÍF, um teir altso tapa sín dyst. Góðveður er og vónandi møta nógv fólk upp í Injector Arena at rópa á KÍ.






