06 August 2008
Bæði liðini høvdu góðar kjansir at skora, men KÍ skulu verða nøgdir við eina stigið

Dysturin ímillum næstbestu liðini hjá KÍ og EB/Streymi endaði málleysur. Tað vóru nógv fólk og hugdu at næstbestu monnum okkara taka ímóti EB/Streymi í Injector Arena í gjárkvøldið. Venjarin Allan Joensen, sum sjálvur er farin upp í formulahópin, hevði fingið nógvar leikarar niður úr formulahópinum. Væntandi varð tí at KÍ fekk ein sigur í gjár, men tá dómarin floytaði dystin av vóru tað KÍ leikararnir, ið betri kundu veriða nøgdir við ein javnleik. Ikki tí, KÍ spældi seg fram til nakrar næskar royndir, men okkara menn vóru ov óneyvir í avgerandi støðunum.
Liðið var fyrst og fremst mannað av ungum leikarum, ímeðan KÍ legendurnar Jan Joensen og Arnold Joensen góðu liðinum nakað av rutinu. Tað sær út til at liðinum restar júst rutinu í avgerandi løtunum. Vit liggja enn í tungum sjógv, men ungu leikararnir fara óivað at mennast av meir og meir spælitíð og spennandi verður tí at fylgja við liðinum framyvir






