Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur í eina tíð arbeitt við at dagføra heimasíðuna og loksins er hetta veruleiki.

Image
Vevsniðið er nógv broytt
 

  

 -  Nýggja heimasíðan er ein liður í at felagið vil røkka betur út til Kí fólk, viðhaldsfólk og fjølmiðlar - sigur Jóhann Lützen, ábyrgdarfólk fyri samskifti hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag

- Felagið er stórt og hevur eitt breitt virkisøkið. Heimasíðan skal spegla hetta stóra virkisøkið og vit eru fegin um at hava fingið flest allar tættir við sum hava við Klaksvíkar Ítróttarfelag at gera, sigur Jóhann víðari.

- Ymisk lýti eru enn við heimasíðuni og okkurt kundi sjálvsagt verið gjørt øðrvísi, men arbeitt verður miðvíst at menna heimasíðuna so hon kann gerast enn betri framyvir, sigur ein fegin Jóhann at enda