31 Juli 2008
Í løtuni verður arbeitt upp á at skifta gólvið í KÍ-høllini, soleiðis at hon verður klár áðrenn nýggja kappingarárið hjá Stjørnuni byrjar í heyst.

Avtalað er gjørd við sp/f Malltek og Eskild Hansen, gólváleggjara, um arbeiðið.
Arbeiðið fór í gongd 21. juli, og nýggja gólvið verður tikið í brúk 15. august 2008.
Í hesum tíðarskeiðnum verður eingin útleiging.
Í samsvar við Visión 2009 hevur leiðslan fyri KÍ høllina saman við eigarunum, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Ítróttarfelag, í inniverandi árið sett arbeiðið í gongd, sum merkir at nýtt gólv er lagt á í KÍ høllini og nýggj og tíðarhóskandi skiftingar-, doping-, dómara rúm í kjallaranum í høllini.
Nýggju umstøðurnar í høllini fara uttan iva at vera til menning fyri hondbóltin, fótbóltin og frítíðar- og aðra ítrótt í Norðoyggjum.
Klaksvíkar Ítróttarfelag ynskir at takkað hallarnevndini fyri tað arbeiðið, sum er gjørt í hesum sambandi.







