21 Desember 2010
Mikudagin tann 29. desember skipar Bláa Bylgjan fyri innandura fótbóltskapping í KÍ høllini
Kappingin er fyri yngru deildir upp til og við unglingum. Nú er klárt at melda til.
Kappingin umfatar:
Pinkulingar 5-7 ár (f. 2003-05)
Smápiltar 8-9 ár (f. 2001-02)
Piltar 10-11 ár (f. 1999-00)
Smádreingir 12-13 ár (f. 1997-98)
Dreingir 14-15 ár (f. 1995-96)
Unglingar 16-18 ár (f. 1992-93-94)
Verður nóg stór undirtøka(minst 4 lið til hvørja deild), so verða kappingar eisini í hesum deildum: (Um ikki fáa gentuliðini møguleikan at spæla við dreingjunum)
Pinkur (f. 2001-04)
G. 10-12 (f. 1999-00)
G. 12-14 (f. 1997-98)
G. 14-17 (f. 1993-96)
Hvørt liðið telir 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla dreingir, unglingar og G. 14-17 við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir.
Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Kostnaðurin er kr. 250,- fyri liðið
Tilmelding á
Tlf 258660 (Jákup Ósá) ella 261221(Karsten Hansen) ella T-post:
Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.
Í seinasta lagi mánadagin tann 27. desembur kl. 20.00







