12 Juli 2008
Komandi vikurnar verður høllin stongt vegna umvæling. Avtala er gjørd við sp/f Malltek og Eskild Hansen, gólváleggjara. Arbeiðið fer í gongd 21. juli og nýggja gólvið verður tikið í brúk 15. august 2008. Í hesum tíðarskeiðnum verður eingin útleiging. Tað er í tøkum tíma, at umvælingin verður gjørd, tí sum er sleppur Stjørnan ikki at spæla heimadystir í KÍ-Høllini.







