29 Oktober 2009
Nú ber til at síggja hvørji gloymd klæðir, smykkir og annað eru at finna í KÍ høllini
Nógv fólk ganga dagliga í KÍ høllini og oftani verða lutir og klæðir gloymd. Framyvir ber til hjá fólki at síggja hvørjir lutir eru gloymdir í KÍ høllini við at hyggja í myndasavnið her á síðuni - http://ki.fo/index.php?option=com_rsgallery2&Itemid=228
Um fólk síðani síggja sínar lutir aftur so er bert at ringja til hallarvørðin á tif. nr. 215729 fyri at fáa síni ting aftur.







