Vit hava enn ein torføran dyst á skránni í dag

Venjararnir eru sum altíð tættir um uppstillingina, men tað skilst at Heðin á Lakjuni ikki verður við í dag. Hann fekk eina fiburspreinging til venjingina fríggjadagin. Hinvegin eru Rudolf og Steffan klárir aftur. Sørmund venur við fullari ferð við aftur.

Eitt boð uppá uppstillingina kundi verið henda: Jákup, Steffan, Jógvan, Oddmar, Rudolf, Eli, John, Erland, Ivan, Kristoffur og Adrian. Síðani er eitt hav av rutinu á bonkinum við Jan, Arnold, Allan og Ova á bonkinum.

Spurnarkassin avdúkar at nógv ætla sær til havnar at stuðla okkara monnum í dag. Vit hava brúk fyri einum góðum úrsliti í dag.