30 Oktober 2008
Menn frá Norðhús hava skift vindeyguni og nú verða skiftingarrúmini gjørd

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2009 eru av álvara farnar í gongd. Vindeyguni í kjallarinum eru nú skift út.
Rúni Heinesen, formaður í P/F KÍ høllini, Jan E. Andersen, múrari og Heðin á Lakjuni, rørsmiðjur høvdu taktikfund í morgun í kjallarinum áðrenn arbeiði kann byrja á hesum sinni. Fitt av arbeiði er eftir at gera, m.a skulu vatnkaðalar leggjast, gólvið skal stoypast og flisar skulu leggjast á.

Ætlanin er at kjallararúmið skal verða liðugt áðrenn kappingin fer í gongd 2009.








