KÍ-høllin
Tá KÍ í síni tíð fór undir at byggja KÍ-húsið var tað hildið at vera eitt stórt framstig, men skjótt sást at tað var bæði óhóskiligt og ov lítið til nakra innandura venjing, og rættuliga skjótt eftir hetta var farið í holt við at fyrireikað bygging av einari rættuligari ítróttarhøll til innandura kappingar og venjing.
1967 bleiv byrjað at byggja ítróttar og samkomuhøllina, sum hon varð kallað. Væntandi var at hon fór at kostað umleið 1.1 millión krónur, og har av skuldi KÍ skaffað kr. 400.000. Høllin bleiv reist í mai mánað 1968, og har var stórt reisigildið. So skjótt sum hon var innilokað og nýtilig, vóru tiltøk í høllini, og tað fyrsta var ein stór landsumfatandi vørumessa við 30 básum.
Í dag verður KÍ høllin mest brúkt til hondbólt, innandura fótbólt og samkomur av ymsum slag.
12 Juli 2008
Úr viðtøkum felagsins:
Navn felagsins er partafelagið KÍ-Høllin.
Heimstaður felagsins er Klaksvíkar kommuna, 700 Klaksvík.
Endamál felagsins er at eiga og reka ítróttarhøllina í Klaksvík.
Eigarar: Klaksvíkar Ítróttarfelag og Norðoya Sparikassi, 50% hvør.
Nevnd:
Kaj Dam, formaður
Jan Andreasen, nevndarlimur
Hilmar K. Danielsen, stjóri, Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.
















