12 Juli 2008
Um leigarin frásigur sær tíman í eini viku, so skal hetta boðast frá hjá hallarvørðinum, tlf. 215729, í seinasta lagi 2 døgn áðrenn leigutíman.
Leigarar, sum ikki møta ella gjalda fulla upphædd, skulu rokna við at missa tíman, tí eftirspurningurin er stórur.
Kostnaðurin fyri leigutíman frá kl. 16 - kl. 24 er kr. 400,-. Kostnaðurin á morgni, kl. 7 - 8 er kr. 320,-.
Gjaldast kann við flyting ella við at seta navn á brævbjálva og koyra hann í brævsprekkuna hjá hallarvørðinum.
Leiga av høllini til onnur serlig endamál verður í hvørjum einstøkum føri at avtala við hallarvørðin. Herundir kostnaður.
















