Í kvøld er greitt at Aleksandar Djordjevic verður venjari hjá KÍ kvinnunum i 2012

Flest øll venjarastørvini í felagnum eru nú við at verða sett. Venjari hjá gull kvinnunum hjá KÍ verður Aleksandar Djordjevic. Sum øllum kunnugt var hann venjari hjá monnunum í 2011, men í ár verður hann so kvinnuvenjari.

Hann hevur drúgvar royndir sum kvinnuvenjari og hevur sera góð úrslit at vísa á. Við Aleksandar á odda fara kvinnurnar óivað aftur í ár at verða í toppinum í bestu kvinnudeildini.

Heimasíðan ynskir Aleksandar til lukku við starvinum.