Erik Nielsen, venjari hjá KÍ-kvinnunum er valdur til ársins venjara í 2011.

Tað er venjarafelagið, ið heiðraði ársins venjara hjá kvinnum og monnum. Venjarnir í landinum valdu Erik til ársins leikara hjá kvinnum og B36 venjarnir, Mikkjal Thomassen og John Petersen, til ársins venjarar hjá monnum.

Erik hevur verið venjari hjá KÍ-kvinnunum í tvey ár nú, og hevur ikki roynt at tapt í heimligu kappingini. Í ár bleiv tað til greipuna i heimligukappingi og í Champions League bleiv tað til ein sigur og tvey tap. Tí kemur tað ikki óvart á nakran at hann nú stendur sum ársins venjari í 2011.