11 Oktober 2011

KÍ-Kvinnurnar vunnu stórsigur á HB og fingið steyp og heiðursmerki handa
Tað hevur verið greitt í fleiri vikur, at KÍ-kvinnurnar høvdu tryggja tær 12. meistaraheitið á rað. Hóast tað so fóru tær eftir øllum, tá tær fóru á vøllin ímóti botnliðnum HB. Tað gingu heldur ikki nógvir minuttir, áðrenn dysturin í veruleikanum var avgjørdur og tá fari var til hálvleiks var støðan 5-0. Maria K. Thomsen skoraði fyrsta málið og løtu seinni økti Sofía Purkhús til 2-0. Randi Wardum slapp fram at taka brotsspark og skoraði trygt til 3-0. Maria gjørdi tað til 4-0 og Sigrid Jacobsen skoraði til 5-0.
Í seinna hálvleiki var Sigrid aftur uppá spæl og gjørdi tað til 6-0. Sofía økti til 7-0 og Eyðvør Klakstein slapp at enda málveitlsuna, tá hon skoraði til 8-0.
Tað var stór frøði á KÍ-kvinnunum eftir dystin, sum um at hetta var fyrsta ferðin tær vunnu. Karl Vidtfeldt og Niclas Davidsen, umboðaðu FSF, og handaðu heiðursmerki og steyp.
HB - KÍ 0 - 8 (0 - 5)
0 - 1 Maria K. Thomsen, 2'
0 - 2 Sofía Purkhús, 13'
0 - 3 Randi S. Wardum, 16'
0 - 4 Maria K. Thomsen, 25'
0 - 5 Sigrid Jacobsen 29'
0 - 6 Sigrid Jacobsen, 65'
0 - 7 Sofía Purkhús, 70'
0 - 8 Eyðvør Klakstein, 85'
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Jenny Lydersen, 83'), Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Ann Olsen - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Maria K. Thomsen (Ásla Johannesen 83') - Tove Sólheyg, Sofía Purkhús (Eyðvør Klakstein, 79')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Ása Klein Olsen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary

Føroyameistarar 2011
Myndir frá dystinum, ið Norðlýsið hevur tikið kunnu síggjast her
Upptøkur og prát, ið Heri Simonsen frá Rás 2 hevur gjørt fyri Rás 2 og Portal.fo, kann síggjast her
















