05 Oktober 2011

Seinasta vikuskiftið vunnu Gentur 14-17 ár Føroyameistaraheitið
At KÍ hevur bjarta framtíð innan kvinnufótbóltin sæst aftur í yngru deildunum. Seinasta vikuskiftið vunnu Gentur 14-17 ár greipuna. Tær skuldu leika seinsta dystin ímóti NSÍ/B68 og KÍ-genturnar fyrireikaðu seg væl, tí um tær skuldu vinna meistaraheitið, so skuldu tær vinna seinasta dystin. Men tá gentirnar møttu upp til dystin, fingu tær at vita, at NSÍ/B68 ikki møtti upp til dystin. Hetta er sera óheppi, tí ein vil altíð vinna dystin á vøllinum, men soleiðis bleiv ikki hendan dagin. KÍ vann dystin uttan at leika og tryggjaði sær sostatt meistaraheitið. Tá tær fyrr í ár eisini vunnu steypakappingina, kunnu tær nú kalla seg Greipuvinnarar. Hetta er triðja árið á rað har KÍ vinnur meistaraheitið.
Hjartaliga tillukku

Afv: Sigrid Andreasen, venjari, Ásla Johannesen, Maria K. Thomsen, Ása K. Olsen, Maria Nielsen, Ingun Skálagarð, Gudrun West, Bára S. Klakstein, venjari.
Ffv. Katrina Akursmørk, Tina Joensen, Gunnrið Joensen, Turið Højgaard, Monika Biskopstø, Anna Jakobsen, Sigrun Sirdal, Eyðvør Klakstein.



Sonhard stoltur at sleppa handa heiðursmerki
















