30 September 2011

KÍ-kvinnurnar vunnu mikukvøldið 6-0 á Skála
Eftir áheitan frá Skála, bleiv dysturin framskundaður til mikukvøldið. Veðrið var ikki av tí besta, men hetta tóktist tó ikki at ávirka nakað serligt.
KÍ-kvinnurnar vunnu dystin 6-0 og var hetta ikki eitt mál ov nógv. Tær høvdu bóltin fyri tað mesta og komu fram til nógvar kjansir. Eyðvør Klakstein byrjaði málskjótingina í 12. minutti, tá hon gjørdist leys. Malena Josephsen økti til 2-0 í 34. minutti, meðan Sigrid Jacobsen skeyt seinasta málið í fyrra hálvleiki tríggjar minuttir seinni.
Í seinna hálvleiki fekk KÍ trý mál afturat. Tá 52. minuttir vóru leiktir fekk KÍ hornaspark og málverjin Randi Wardum kom fram við til horna og hon drøn stútaði bóltin í málið. Tíggju minuttir seinni bleiv hon útskift og inn kom unga Monika Biskopstø til hennara fyrstu minuttir á 1. deild.
Beint fyri leiktíð staðfesti Rannvá Andreasen sigurin við tveimum málum, so endaliga úrslitið gjørdist 6-0.
KÍ-kvinnurnar hava nú bert ein dyst eftir og verður hann leiktur í Havn tann 8. oktober.
KÍ - Skála 6 - 0 (3 - 0)
1 - 0 Eyðvør Klakstein, 12'
2 - 0 Malena Josephsen, 34'
3 - 0 Sigrid Jacobsen, 37'
4 - 0 Randi S. Wardum, 52'
5 - 0 Rannvá B. Andreasen, 85'
6 - 0 Rannvá B. Andreasen, 87'
Randi S. Wardum (Monika Biskopstø, 64') - Gunnrið Joensen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen (Jenny Lydersen, 69') - Sofía Purkhús, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Sigrid Jacobsen - Tove Sólheyg (Ásla Johannesen, 66'), Eyðvør Klakstein
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Ann Stauss, Maria K. Thomsen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary
















