27 September 2011

Við sigrinum á AB hevur KÍ nú tryggja sær 12. meistaraheitið á rað.
KÍ-liðið var nakað broytt í mun til hinar dystirnar. Ása K. Thomsen og Paula Mikkelsen vóru ikki við, meðan Maria K. Thomsen var spard av tí, at tær ungu hava spælt nógvar dystir fyri tíðina. Hon kom tó á vøllin í seinna hálvleiki fyri Eyðvør Klakstein, sum eisini hevur spælt nógvar dystir í seinastuni.
Hóast AB hevði bóltin meira í fyrra hálvleiki, so var tað KÍ, ið vóru farligar og høvdu kjansir at leggja seg á odda. Men tað hendi ikki fyrr enn beint áðrenn hálvleik, tá Eyðvør Klakstein rak inní brotsteigin og smekkaði bóltin í málið. Sum sagt, so hevði AB bóltin meira í fyrra hálvleiki, men tær skaptu lítið og einki. Tað bleiv til okkurt hornaspark og okkurt langskot.
Í seinna hálvleiki tók KÍ seg saman og løgdu meira trýst á KÍ og komu eisini til fleiri kjansir, men tað gekk illa at fáa bóltin í málið. Tá tveir minuttir vóru eftir at leika bleiv Rannvá spæld frí og vil hælinum snítti hon bæði málverja og verjuleikarar.
Minuttin seinni fekk Elsa Jacobsen hjá AB minka um munin við einum hepnum skoti, ið tók í ein KÍ-leikara og endaði í málinum.
Eftir dystin var stórur fagnaður á KÍ-leikarnum, sum nú kunnu kalla seg føroyameistarar 12. árið á rað.
Mikukvøldið spæla kvinnurnar aftur. Hesin dysturin byrjar kl. 18:30 ímóti Skála í Klaksvík.
KÍ - AB 2 - 1 (1 - 0)
1 - 0 Eyðvør Klakstein, 44'
2 - 0 Rannvá B. Andreasen, 88'
2 - 1 Elsa S. Jacobsen, 89'
Randi S. Wardum - Ann Stauss, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen - Sigrid Jacobsen, Elsa Maria Simonsen, Rannvá B. Andreasen, Sofía Purkhús - Tove Sólheyg, Eyðvør Klakstein (Maria K. Thomsen, 75')
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Gunnrið Joensen, Vár Jenny Lydersen, Ásla Johannesen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary
















