Kvinnurnar mangla nú bert 1 stig til at vinna 12. meistaraheitið.

KÍ-kvinnurnar vóru í Gøtu í góð veðrinum sunnudagin og leiktu ímóti Víkingi. Kvinnurnar vunnu dystin 2-0 eftir at tær vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Spælið var ikki serliga gott hendan dagin. Víkingur hevði valt at stilla verjukent upp, og hetta gjørdi at tað trupult hjá KÍ-kvinnunum at leika seg í gjøgnum. Eisini vóru KÍ-kvinnurnar óneyvar frammanfyri málið. Víkingur royndi at svara aftur í mótálopum, men tær vóru sjálvan farligar, tó mátti Randi gera eina góða bjarging, tá ein Víkinga kvinna var sloppin leys. Rannvá legði KÍ á odda í fyrra hálvleiki og Sofía staðfesti sigurin í fimm minuttir áðrenn tíð.
Tað ráddi mest um hjá KÍ-kvinnunum at fáa 3 stig og tað fingu tær eisini, men hetta var ein dýrur sigur. Ása mátti av vøllinum við brotnum beini og leikar ikki aftur í ár. Eisini noyddist Elsa Maria út við skaða, óvist er hvussu álvarsligur hann er.

KÍ-kvinnurnar hava nú frí komandi vikuskiftið, men leika aftur 25. september í móti AB

Víkingur - KÍ 0 - 2 (0 - 1)
0 - 1 Rannvá B. Andreasen, 30'
0 - 2 Sofía Purkhús, 85'

Randi S. Wardum - Ann Strauss, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen - Una Joensen (Maria K. Thomsen, 73'), Elsa Maria Simonsen (Eyðvør Klakstein, 45'), Ása K. Thomsen (Tove Sólheyg, 20'), Rannvá B. Andreasen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Gunnrið Joensen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary

Fleiri myndir kunnu síggjast her