KÍ-kvinnurnar eru nú sera nær við at vinna 12 meistaraheitið

Tað var fitt av vindi tá KÍ-kvinnurnar vitjaðu á Argjum í útsetta dystinum teirra millum. Eisini stóð sólin sera lágt, og tí høvdu KÍ-leikarnir, ið leiktu í móti vindinum og ímóti sólini í fyrra hálvleiki, sera ringt við at síggja mun á blusunum. Hetta gjørdi at spæli var heldur tilvildarligt, og nógv sparka aftur og fram. Tað vóru annars KÍ-kvinnurnar, ið fingu betru byrjanina og løgdu seg á odda longu í 3. minutti, við málið frá Sofíu, men tað gingu bert sjey minuttir til AB javnaði, ella rættari, til KÍ javnaði fyri AB, tí málið var nemliga sjálvmál. Eftir hetta trýsti AB á KÍ málið og tær høvdu eisini nógv hornaspørk, men einki spurdist burturúr. KÍ-kvinnurnar vóru allatíðina farligar uppá skjótálop og vóru eisini nær við fleiri ferðir.
Í seinna hálvleiki hevði KÍ meira stýr á, og vóru fleiri ferðir nær við at fáa mál, men Simona og stongin bjargaðu AB. AB hevði eisini í seinna hálvleiki fleiri hornaspørk og tær høvdu eisini nógv fríspørk, ið mangan vóru heldur ivasom. Tá tíðin var um at ganga undan og leikarar og áskoðarar høvdu innstilla seg uppá, at tað fór at enda við javnleiki, fekk Rannvá ein bólt á miðjari AB-hálvu. Hon sneiddi framvið AB-leikara og smekkaði til úr umleið 30 metrum. Bólturin sang í netinum, uttan møguleika hjá Simonu at bjarga. AB slapp bert at geva bóltin upp og dómarin bríkslaði av til stóra gleði fyri KÍ-leikarnar. Nú skal KÍ hava 4 stig burturúr teimum 12, ið eru eftir at leika um, áðrenn tær kunnu kalla seg greipuvinnarar 2011. Næsti dystur hjá teimum verður í Gøtu sunnudagin kl. 14 ímóti Víkingi.

AB - KÍ 1 - 2 (1 - 1)
0 - 1 Sofía Purkhús, 3'
1 - 1 Sjálvmál, 10'
1 - 2 Rannvá B. Andreasen, 90'+

Randi S. Wardum - Ann Stauss - Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Tove Sólheyg, Gunnrið Joensen, Una Joensen, Eyðvør Klakstein
Gult kort: Malena Josephsen og Ása K. Thomsen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary