KÍ-kvinnurnar vunnu ein 4-0 sigur á Skála eftir at tær vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.

Tað var ongantíð nakar ivi úrslitið, tá KÍ-kvinnurnar vitjaðu á Skála. Tær løgdu trýst á Skála beinanvegin, men tað gekk heldur illa at fáa bóltin í netið. Hóast tær høvdu nógvar málmøguleikar, so gingu tað 27 minuttir áðrenn bólturin tær fingu hol á. Ása smekkaði eitt frísparksinnlegg frá Rannvá í málið.
Í seinna hálvleiki settu KÍ-kvinnurnar tingini uppá pláss og skoraðu trý mál afturat. Fyrst var tað Sigrid sum gjørdist leys og skoraði. Rannvá økti til 3-0 við góðum langskoti, meðan seinasta málið var eitt sjálvmál.
Næsti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður mikudagin ímóti AB á Argjum.

Skála - KÍ 0 - 4 (0 - 1)
0 - 1 Ása K. Thomsen, 27'
0 - 2 Sigrid Jacobsen, 55'
0 - 3 Rannvá B. Andreasen 59'
0 - 4 Sjálvmál, 66'

Randi S. Wardum - Ann Stauss, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen (Una Joensen, 83') - Rannvá B. Andreasen (Gunnrið Joensen, 77'), Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen (Eyðvør Klakstein, 73') - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Tove Sólheyg
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjarar: Filip Djordjevic og Ragna Patawary

Fleiri myndir, ið Norðlýsið hevur tikið, kunnu síggjast her