30 August 2011

U19 kvinnulandsliðið er nú úttikið og eigur KÍ fýra leikarar við har
Bjørn Krog og Jacob Thomsen hava úttikið hópin, ið skal umboða Føroyar í EM-undankappingini fyri U19, ið verður í Finnlandi í døgunum 16. - 23. september. Mótstøðu liðini verða Finnland, Skotland og Hvítarussland.
Fýra leikarar í hópinum eru úr KÍ. Monika Biskopstø, Gunnrið Joensen, Maria K. Thomsen og Eyðvør Klakstein. Maria og Eyðvør eru eisini úttiknar til U17 landsliðið.
KÍ ynskir teimum hjartaliga tillukku við úttøkuni.
















