27 August 2011

U17-landsliðið hjá gentum er úttikið og eigur KÍ fýra leikarar í hópinum
U17-landsliðið skal til Moldova at luttaka í EM-undankapping í døgunum 12. - 21. oktober. Tær skulu leika ímóti Moldova, Fraklandi og Wales.
Jóannes Jakobsen og Bára S. Klakstein hava úttikið 18 leikarar til ferðina, og er KÍ best umboðaða felagið við 4 leikararum, Eyðvør Klakstein, Maria K. Thomsen, Ásla Johannesen og Katrina Akursmørk.
KÍ ynskir teimum hjartaliga tillukku við úttøkuni og bestu eydnu.
















