Á 107 ára føðingardegnum hjá KÍ vunnu KÍ-kvinnurnar 4-0 á B36 í Klaksvík

KÍ-kvinnurnar hava longu spælt tveir dystir síðan tær komu heimaftur úr Serbia. Sunnudagin sendu tær HB til havnar aftur við einum 8-0 tapið, og í gjárkvøldið sendu tær hitt havnafelagið, B36, suðuraftur við einum 4-0 tapið.
KÍ-kvinnurnar hava í fleiri førum í ár havt sera trupult í móti B36 og seinasta dyst megnaðu KÍ-kvinnurnar at fáa mál í seinasta minutti og avgerða dystin, men soleiðis bleiv tað tó ikki hendan dystin.
Tað tók tó eina lítla løtu hjá KÍ-kvinnunum at koma í gongd, men tá tær komu tað, so var tað bert ein vegur. Álopini skolaðu ímóti B36 málinum, men tær royndu at rudda vekk sum frægast. Tað nærmasta B36 var einum málið var, tá tær høvdu trý hornaspørk í dystinum og eitt innlegg, sum Randi fekk rudda av vegnum.
Harafturímóti síggja KÍ-kvinnurnar út til at trívast væl á nýggja vøllinum í Klaksvík. Spælið koyrir skjótt, og nógvar góðar tekniskar detaljur eru at síggja, har tær mangan spæla við "hæl og tá".
Sofía Purkhús legði KÍ á odda tá umleið hálvur tími var leiktur, tá hon setti innaru síðu á eitt innlegg frá Rannvá. Beint fyri hálvleik økti Rannvá til 2-0. Í seinna hálvleiki fingu KÍ-kvinnurnar tvey mál afturat, ið Rannvá gjørdi. Fyrst setti hon innaru síðu á eitt innlegg frá Sofíu og seinna málið var ein gáva frá B36 verjuni, tá tær gjørdu ikki mætarin enn at avlevera bóltin fyri føturnar á Rannvá, so hon kundi fara einsamøll ímóti Bjartu í B36 málinum. Sostatt fullførdi Rannvá sítt hatrick.

Mánakvøldið leika KÍ-kvinnurnar aftur. Tá kemur Víkingur á vitjan.

KÍ - B36 4 -0 (2 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 28'
2 - 0 Rannvá B. Andreasen, 43'
3 - 0 Rannvá B. Andreasen, 59'
4 - 0 Rannvá B. Andreasen, 90'


Randi S. Wardum - Ann Olsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen (Vár Jenny Lydersen, 79') - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Tove Sólheyg, Maria K. Thomsen (Eyðvør Klakstein, 46') - Sigrid Jacobsen (Una Joensen, 79'), Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at koma inn: Gunnrið Joensen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary og Filip Djordjevic.