18 August 2011

KÍ-kvinnurnar taptu eisini seinasta dystin í Serbia. Glasgow City vann 5-0 eftir 4-0 í hálvleikinum.
Glasgow City var klárt besta liðið í kappingini og eru tær eisini í millum tey 32 liðini, ið eru eftir í kappingini. KÍ-kvinnurnar megnaði ikki at gera nakað við Glasgow City, ið var á odda 3-0 longu tá 13 minuttir vóru leiktir. KÍ-kvinnurnar fingu tó skil uppá liðið og tað sum eftir var av dystinum. Hálvleikstøðan varð 4-0 og seinasta málið kom eftir eitt langskot.
Hitin lá um 32 hitastig so dómarin valdi til hendan dystin at geva leikarnum vatnpausu, tá umleið 25 minuttir vóru farnir av hvørjum hálvleiki.
KÍ-kvinnurnar eru nøgdar við túrin, hóast tær kundu gjørt tað betur ímóti bæði Spartak og Glasgow City, men tær vunnu dystin, ið tær skuldu vinna, so úrslitið er á góðari leið. Ferðalagið kom heimaftur til Føroyar í gjárkvøldið.
















