15 August 2011

Sofía javnar
KÍ-kvinnurnar vóru á odda 2-1 í hálvleikinum, men endaðu við at tapa 4-2.
Hitin var nógvur, tá KÍ-kvinnurnar fóru á vøllin ímóti Spartak og tað vísti seg at ávirka onkrar spælarar. Dómarin valdi eisini at geva eina vatnpausu í dystinum tá umleið 20 minuttir vóru leiktir.
KÍ-kvinnurnar komu sera illa frá byrjan, tí longu í 1. minutti lá bólturin í málinum. Eisini eftir málið leikaði hart á framanfyri KÍ málið, men tað gekk betur at rudda burtur. Tað sást beinanvegin, at Spartak var eitt nógv betur lið enn hvat FC Mosta hevði verið og tí ráddi tað um at verja og spæla uppá skjótálop. Fyrstu ferðina KÍ-kvinnurnar vunnu sær eitt innkast frammi á vøllinum, eydnaðist tað at fáa mál. Una kastaði bóltin til Mariu, ið spældi aftur til Unu. Una sendi bóltin innfyri og har var Sofía fyrst á bóltinum og fekk skalla uppum málverjan, sum kom út í móti.
Eftir útjavnandi málið leikaði tað hart á frammanfyri KÍ málið, men KÍ-kvinnurnar stóðu væl á vøllinum hesa løtuna, og vardu sera væl. Og tá tær høvdu møguleikan sendu tær bóltin fram til Sofíu í álopinum, ið ofta einsamøll gav serbisku leikarnum trupuleikar í verjuni. Tað var eisini aftaná ein slíkan, at KÍ leggur seg á odda 2-1. KÍ-kvinnurnar fáa rudda burtur í egnum brotsteigi og bólturin endar hjá Sigrid, sum lyftir bóltin uppum verjuna hjá serbum. Sofía rennur frá verjuni og skorar til 2-1 í er stikk mótsatt leikgongdini.
Í seinna hálvleiki leggja serbar eitt øgiligt trýst á Kí-verjuna og tær skora tríggjar ferðir. KÍ-kvinnurnar gjørdu alt fyri at verja, men trýst bleiv ov stórt og orkan byrjaði at ganga undan í øllum hitanum.
Seinasti dysturin hjá KÍ-kvinnunum verður týsdagin kl. 16 føroyska tíð ímóti Glasgow City. Hetta liðið er uppaftur betur enn Spartak, so tað verður ein sera harður dystur í tí nógva hitanum.
















