12 August 2011

Kvinnurnar fingu góða byrjan uppá Champions League kappingina
Fyrsta mótstøðu liðið var FC Mosta av Malta, sum eisini var tað liðið ið var mett at vera veikast í kappingini. Av tí at KÍ-kvinnurnar ikki vistu so nógv um mótstøðu liðið, so valdu tær at leggja varliga fyri, men tað vísti seg skjótt, at KÍ-kvinnurnar vóru betur enn hitt liðið og tí løgdu tær meira trýst á. Tær komu eisini til fleiri kjansir, men tær høvdu ilt við at fáa bóltin inn um mállinjuna. Tá góður tími var farin eydnaðist tað enduliga at fáa bóltin í málið. Elsa Maria smekkar eitt hornaspark tætt at málinum og har stendur Sofía og koyrir hann um linjuna. Hetta bleiv tað einasta málið í dystinum hóast møguleikar vóru til fleiri. Mosta hevði ikki nógv at bjóða uppá, tær vóru sjálvdan at síggja á KÍ-hálvuni. Tær høvdu okkurt skot uppá mál, men tað tók Randi sær lættliga av.
Í morgin verður næsti dysturin á skránni. Hesin dysturin er ímóti vertunum Spartak, sum er væl betur enn FC Mosta. So tað verður ein heilt annar dystur, har Kí-kvinnurnar nokk verða trýstar langt aftur á vøllin. Dysturin verður leiktur kl. 16:30 føroyska tíð.
KÍ - FC Mosta 1 - 0 (0 - 0)
1 - 0 Sofía Purkhús, 60'
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen - Sofía Purkhús, Elsa Maria Simonsen, Rannvá Andreasen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen (Tove Sólheyg, 90'), Eyðvør Klakstein.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Monika Biskopstø, Gunnrið Joensen, Jenny Lydersen
Venjari: Erik Nielsen
















