KÍ-kvinnurnar leika í morgin ímóti FC Mosta frá Malta kl. 14 føroyska tíð

KÍ-kvinnurnar komu á hotellið í Subotica í Serbia umleið kl. 2 mikunáttuna. Tá høvdu tær reist síðan kl. 5:30 týsmorgunin, so tað vóru nakrar móðar gentir í fóru til songar. Seinasta strekki frá grensuni millum Ungarn og Serbia koyrdu tær við politieskort, so ein kann siga at trygdin er í lagið.

Í dag hevur fyri tað mesta verið hvíld á skránni. Eisini var ein venjing, har genturnar sluppu at renna eitt sindur á græsi áðrenn dystin hósdagin. Tað er nógvur hitið, so tað kemur nokk at ávirka gentirnar, tá tær fara á vøllin kl. 15 lokala tíð hósdagin.

Fyrsti dysturin er ímóti FC Mosta frá Malta. Hetta liðið verður mett, at verða tað veikasta í bólkinum, so um KÍ-kvinnurnar skulu fáa stig í kappingini, so er tað nokk ímóti hesum liðnum tey skulu vinnast.

Dysturin byrjar sum sagt kl. 14 føroyska tíð og kann ein fylgja beinleiðis við á heimasíðun hjá UEFA