Tað var Gunvá við Keldu, borgarstjóri, ið fekk fyrsta sparki á nýggja graslíkinum í Klaksvík

Samstundis sum steypafinalan hjá kvinnum bleiv bríksla í gongd bleiv nýggi vøllurin tikin í nýtslu. Tað var Gunvá við Keldu, borgarstjóri, ið sparkaði bóltin til Malenu Josephsen, liðskipara hjá KÍ-kvinnunum, og stórur fagnaður í Djúpumýru.

Tað tekur eitt sindur av tíð til sandur og gummi hevur orduliga lagt seg, og tí ferðast bólturin eitt sindur løgi á vøllinum, men hetta verður betur við tíðini. Vøllurin er sera góður, so vónandi fara vit at síggja nógvar góðar fótbóltsdystir í Klaksvík í framtíðini.

Tað tók annars bert 25 sekund til at gera fyrsta málið, og var tað Maria K. Thomsen ið stóð fyri tí.