05 August 2011

Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta má vera fyrsta ferðin, at móðir og dóttir leika steypafinalu saman
At ársins steypafinala var nakað serstakt fyri tær báðar Báru S. Klakstein og Eyðvør Klakstein er einki at siga til. Tað eru ikki mangar mammur í sleppa at royna at leika saman við dóttrini í einari steypafinalu, og ei heldur eru tað mangar døtrar í sleppa, at royna at spæla saman við mammu síni.
Bára leikti væl í verjuni og Eyðvør arbeiddi hart í álopinum hjá KÍ-kvinnunum, og hon var eisini við í uppspælinum til einasta málið í dystinum.
















