Tað skuldu 25 sekund til, at skjóta fyrsta málið nýggja vøllinum.

KÍ-kvinnurnar gjørdu skjótt av í ársins steypafinalu. Eftir at AB hevði givið bóltin upp og fingu eitt gott innlegg burturúr, har Malena tó fekk skalla bóltin vekk, og so gekk tað skjótt fyri seg. Rannvá fær bóltin og spælir til Eyðvør, sum so aftur spælir til Rannvá. Hon smekkar eitt flatt innlegg, har Maria smekkar bóltin í málið við aftaru stong. Ein dreyma byrjan fyri KÍ-kvinnurnar.

Tað var serliga í fyrra hálvleiki at KÍ-kvinnurnar trýstu AB-kvinnurnar, og vóru nær við at leggja seg á odda 2-0 og 3-0, meðan AB ikki kom til nakran kjans. Størsta kjansin hjá KÍ fekk Eyðvør tá hon gjørdist leys, men AB málverjin kom væl út og bjargaði.

Í seinna hálvleiki kom AB betur við í dystin og komu eitt sindur longur fram á vøllin, men tær høvdu framvegis trupuleikar at spæla seg í gjøgnum góðu KÍ-verjuna. So málið aftaná 25 sekund skuldi vísa seg at blíva avgerandi málið.

Hetta var fyrsti dysturin á nýggja græslíkisvøllinum og tað var eisini týðuligt at síggja. Bólturin hevði hug at ferðast eitt sindur løgi tí sandur og gummi ikki hava lagt seg orduligt. Hann er eisini væl tyngri at leika á og tí høvdu fleiri leikarar trupuleikar við krampum í móti endanum av dystinum.

Eftir dystin fekk KÍ steyp og gullheiðursmerkir handa frá landsstýriskvinnuni Helenu Dam á Neystabø, meðan AB-kvinnurnar fingu silvur um hálsin.

Hetta er 8. ferðin at KÍ-kvinnurnar vinna steypakappingina av 15 møguligum.

KÍ - AB 1 - 0 (1 - 0)
1 - 0 Maria K. Thomsen, 1'


Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen (Tove Sólheyg), Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein.
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Gunnrið Joensen, Ann Stauss
Gult kort: Rannvá B. Andreasen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Rasmus Jacobsen, Ragna Patawary