27 Juli 2011

KÍ kvinnurnar verða tær fyrstu at spæla dyst á nýggja vøllinum tá steypafinalan hjá kvinnunum verður bríksla i gongd hóskvøldi 4. august
Í løtuni verður nýggjur vøllur lagdur á í Klaksvík og tey sum hava sæð hann vita at talan er um ein heilt serliga góðan vøll. Fólk rundan um KÍ eru sera spent og fylgt verður væl við arbeiðsgongdini.
Í skrivandi løtu verða hvítu strikurnar feldar í vøllin. Eftir restar at koyra eitt lag av sandi í vøllin umframt eitt lag av grønum gummi. Síðani verða málini sett upp. Hetta arbeið skal verða liðugt áðrenn komandi týsdag.
Fyrsti dysturin á nýggja vøllinum verður kvinnufinalan har KÍ og AB møtast. Tann dysturin verður hóskvøldi 4. august og verður bríkslaður í gongd kl. 19.30. Tað frættist at okkurt serstakt kvinnubein sleppur at seta dystin í gongd.
















