25 Juni 2011

Við máli skorað í seinasta minuttinum av dystinum, vunnu KÍ-kvinnurnar dystin ímóti B36
Spælið hjá KÍ-kvinnunum hevur ikki gingið heilt eftir vild teir seinastu dystirnar, og heldur ikki í framskundaða dystinum ímóti B36, megnaðu KÍ-kvinnurnar at finna góða spælið fram. Spælið hekk als ikki saman og leikarnir høvdu ilt við at finna hvørja aðra. Tær høvdu eisini ilt við at leika seg fram til kjansir, tí tað mangan var sera tjúkt fyri. B36-kvinnurnar stóðu langt afturi á vøllinum og spældu nógv við longum bóltum fram til áleyparnar. Tær vóru meira ágrýtnar og stríddust fyri hvørjum bólti. Hetta gav eisini úrslit tá 33. minuttir vóru leiktir, tá Margit Magnusdóttir fór avstað við bóltinum, eftir eina KÍ misskiljing. Hon smekkaði bóltin framvið Randi í málinum. KÍ-kvinnurnar royndu at svara aftur beinanvegin, og komu til fleiri kjansir, men tað eydnaðist B36 at rudda burtur hvørjaferð.
Í seinna hálvleiki royndi KÍ at seta ferðina upp, men tær høvdu framvegis trupuleikar við at finna góða spælið fram. Tá 63. minuttir vóru leiktir eydnaðist tað enduliga at fáa bóltin í málið. Elsa Maria sendir eitt hornaspark innfyri, har bólturin hevur beina kós í málið, men B36 fær rudda burtur í fyrstu siftu, men eftir eitt trunkspæl eydnaðist tað Sigrid at skumpa bóltin um linjuna.
Eftir málið hildu KÍ-kvinnurnar fram við at trýsta og royndu at fáa vinnandi málið, men tann seinasti neyvleikin manglaði. Tá fimm minuttir vóru eftir at leika, fingu KÍ-kvinnurnar ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, tá tær fingu fríspark á sjálvari fimm metur linjuni, men B36-kvinnurnar fingu vart fyri. Seinastu løtuna valdu KÍ-kvinnurnar at senda Malenu úr verjuni og fram í álopið og hetta vísti seg at geva úrslit beinanvegin, tí í 89. minutti sendir Rannvá eina góða avlevering fram til Malenu, sum gerst einsamøll við málverjanum og sneiðir framvið henni og setir bóltin í tóma málið til endaligu støðuna 1-2.
Við sigrinum kunnu KÍ-kvinnurnar halda summarferiu við 5 stigum frammanfyri AB á øðrum plássi.
B36 - KÍ 1 - 2 (1 - 0)
1 - 0 Margit Magnusdóttir, 33'
1 - 1 Sigrid Jacobsen, 63'
1 - 2 Malena Josephsen, 89'
Randi S. Wardum - Paula Mikkelsen, Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Una Joensen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Ása K. Thomsen, Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Eyðvør Klakstein
Á beinkinum uttan at verða skiftar inn: Tove Sólheyg, Ann Stauss, Gunnrið F. Joensen, Jenny Lydersen
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary
















