KÍ-kvinnurnar skulu í august til Serbia at leika Champions League

Hetta er 11 ári á rað, at KÍ-kvinnurnar skulu leika europiskan fótbólt. Fyrst ferð var í 2001 tá tær vóru í Finnlandi. Lutakast hevur verið í dag um hvussu leikast skal í Champions League hjá kvinnum í ár. KÍ-kvinnurnar endaðu í bólki 5 saman við Glasgow City úr Skotlandi, ZFK Sparkak Jaffa úr Serbia og Mosta FC úr Malta.

Tað verður ZFK Spartak Jaffa, ið verður vertur fyri kappingini. Tær koma úr býnum Subotica, har mans liðið hjá KÍ var í 2000 á venjingarlegu í samband við Europa-cup dystin ímóti Reyðu Stjørnu. Hetta er eisini heimbýurin hjá Tomislav Sivic, ið var venjari hjá KÍ ta árið.

KÍ-kvinnurnar vóru í ár styrkismettar ein bólk hægri enn í hini árini. Hetta kemst av at úrslitini hava verið góð seinastu árini.


Dystirnir verða leiktir í døgnum 11. til 16. august.