20 Juni 2011

Kvinnurnar vunnu ein tryggan 4-1 sigur á HB í Gundadali
Aftur hesaferð vóru KÍ-kvinnurnar nakrar leikarar fyri uttan, men kvinnurnar hava ein breiðan hóp, so hetta ávirkar ikki stórvegis. Sofía legði KÍ longu á odda í 4. minutti tá hon gjørdist leys og løtu seinni økti Maria til 2-0. Uttan at spæla væl, so komu KÍ-kvinnurnar tó til nógvar kjansir, men gekk einki serligt við at umseta hesar til mál. HB hevði eisini onkrar kjansir, men vóru sjálvdan farligar. Tó fingu tær minka um munin eftir eitt brotsspark, sum Rudi Zachariassen tók sær av. Beint fyri hálvleik legði Sigrid KÍ á odda 3-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki var tað nærum einvegis ferðsla ímóti málinum hjá HB, men tær vardu væl og málmaðurin hevði ein góðan dag í málinum. Hóast tað so áttu okkara kvinnur at fingið meira burturúr, men tær skiftust um at misnýta kjansir. Tað kom eitt mál afturat, sum Rannvá gjørdi eftir trunkaspæl í brotsteiginum, so dysturin endaði 4-1.
Kvinnurnar liggja nú fimm stig frammanfyri AB á øðrum plássi, tí AB fekk bert javnleik ímóti B36 fyrr um dagin. Næsti dystur er ímóti júst B36, so nú eru KÍ-kvinnurnar ávaraðar og mugu verða klárar. Hesin dysturin verður spældur fríggjakvøldið eftir ynski frá B36.
HB - KÍ 1 - 4 (1 - 3)
0 - 1 Sofía Purkhús, 4'
0 - 2 Maria K. Thomsen, 19'
1 - 2 Rudi Zachariassen, 27' br.
1 - 3 Sigrid Jacobsen, 43'
1 - 4 Rannvá B. Andreasen, 90'
Randi S. Wardum - Gunnrið Joensen (Jenny Lydersen, 75'), Bára S. Klakstein, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen - Rannvá B. Andreasen, Elsa Maria Simonsen, Tove Sólheyg (Eyðvør Klakstein, 65'), Maria K. Thomsen - Sigrid Jacobsen, Sofía Purkhús
Á beinkinum uttan at verða skift inn: Monika Biskopstø
Venjari: Erik Nielsen
Hjálparvenjari: Ragna Patawary
















